- Tíðindi, mentan og ítróttur
Brúktu fitt av salti í vetur
Tí veturin frammanundan, veturin 2013-2014, fóru bara 1.173 tons av salti á vegirnar. Landsverk minnir tey, sum eiga bil, á at skøða bilarnar til veturin og koyra eftir umstøðunum.
Fyrsta hálkan hevur longu verið. Hon var sunnudagin 25. oktober, tá vandi var fyri hálku á Vestmannavegnum, Oyggjarvegnum, millum Fjarða og við Skálafjørðin.
103 hálkudagar seinasta vetur
Bara tann dagin, 25. oktober í fjør, vóru 2,6 tons av salti stroydd á hesi vegarstrekki. Seinasta vetur var nógvur kavi. Stórkavarnir í januar og februar darvaðu ferðsluni í fýra dagar.
Frá september í fjør til mai í ár vóru 103 hálkudagar, 27 fleiri enn veturin frammanundan. Men onnur ár vóru verri til hálku.
Í 2012/2013 vóru 132 hálkudagar, og veturin 2009-2010 vóru 141 hálkudagar, upplýsir Landsverk, sum hevur brynjað seg til veturin.