- Tíðindi, mentan og ítróttur
Í øllum førum 10 fólk deyð í skúlaskjótingini í Svøríki
Nú er greitt, at nógv fleiri fólk enn fyrst hildið, hava latið lív í skúlaskjótingini í vaksnamannaskúlanum Campus Risbergska í Örebro í Svøríki.
Í øllum førum 10 fólk eru deyð, staðfestir svenska løgreglan, ið ikki kann nágreina talið av deyðum, tí vavið av tilburðinum er so umfatandi, at løgreglan enn ikki hevur samlaða yvirblikkið.
Harvið er umfangið av skúlaskjótingini nógv størri enn áður hildið, staðfesti svenska løgreglan. Ja, tað er størsta hópskjóting í landsins søgu, staðfesti forsætisráðharrin.
Svenska løgreglan staðfestir eisini, at atgerðarmaður er millum tey deyðu, og tað verður hildið, at hann var einsamallur um atgerðina.
Kongurin sínir samkenslu við offrunum
Carl Gustav, kongur, sendir eisini sína samkenslu til offrini og teirra avvarandi í sambandi við skúlaskjótingina Örebro.
- Vit senda í kvøld okkara djúpastu samkenslu til familju og vinir hjá teimum deyðu. Okkara tankar í hesi stund fara til tey løstaðu og teirra avvarndi og onnur, ið eru rakt av hesi illgerð, skrivar svenski kongurin.
Hetta vita vit um skúlaskjótingina í Svøríki í dag :
- Klokkan 11.30 í dag fekk løgreglan boð um, at skot vóru loyst av á einum svenskum skúla. Skúlaskjótingin var á skúlanum Komvux í Örebro, meira neyvt Campus Risbergska, ið er ein vaksnamannaskúli fyri fólk yvir 20 ár.
- Í minsta lagi 10 fólk eru dripin í illgerðini.
- Løgreglan hevur enn ikki samlaða yvirblikkin yvir tey løstaðu, men tað er eitt høgt tal, verður sagt.
- Aldurin á teimum, ið eru dripin og løstað er ikki almannakunngjørdur.
- Tann, ið mann heldur er brotsmaðurin, er millum tey deyðu.
- Tann, ið mann heldur stóð fyri skúlaskjótingini, var ikki kendur av løgregluni frammanundan.
- Løgrreglan er sannførd um, at 35 ára gamli maðurin var einsamallur um álopið. Men løgreglan heldur fram við at kanna málið og útilokar ikki, at tað eru onnur, ið hava hjálpt illgerðarmanninum.
- Orsøkin til, hví maðurin fór inn í skúlan at skjótan, er enn ikki greitt. Løgreglan staðfestir tó, at tað er ikki er talan um eitt yvirgangsálop.
- Løgreglan fekk onga ábending um, at eitt álop á skúlan var ávegis.
- Løgreglan vænta ikki, at tað koma fleiri álop.