Fiskivinnubólkur á gáttini

bannari
Fiskivinnubólkur á gáttini
Tað gongur ikki long tíð aftrat, til bólkur verður settur, sum skal gera uppskot til fiskivinnunýskipan, sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður
Arbeiðið, at seta fiskivinnubólkin, ið skal gera uppskot til fiskivinnunýskipan, er byrjað, sigur landsstýrismaðurin
 
05.11.2015 - 07:45

- Arbeiðið, at seta bólkin, er byrjað, men eg fái ikki gjørt nakrar viðmerkingar til málið í løtuni, sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum.

samgonguskjalið varð almannakunngjørt 14. september, varð samstundis kunngjørt, hvat gerast skal á fiskivinnuøkinum.

Í samgonguskjalinum stendur, at ein breitt samansettur bólkur við fakligum førleikum og vinnuligum royndum skal orða uppskot til politisku skipanina um fiskivinnunýskipan.

Fiskivinnubólkurin skal setast beinanvegin og lógaruppskot um fiskivinnunýskipan skal leggjast fyri Løgtingið á ólavsøku 2016.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Leygardag 26. apríl
Her er flaggdagsrøðan hjá Ben Arabo
191094
Leygardag 26. apríl
Upp á tá - 250425
191091
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949