Samráðast nú aftur

Samráðast nú aftur
Hesa vikuna fara strandarlondini aftur at gera eina roynd at semjast um svartkjaft og norðhavssild
Strandarlondini fara aftur at gera eina roynd at semjast um svartkjaft og norðhavssild á samráðingum í Reykjavík
 
02.11.2015 - 10:02

Í dag og í morgin er norðhavssildin á skránni, og mikudagin og hósdagin vera samráðingar um svartkjaft. Samráðingarnar eru í Reykjavík.

Tá londini samráddust í London í oktober, blivu tey samd um ikki at fiska meira sild næsta ár enn ICES mælir til og umsitingarætlanin sigur.

Tilmælið er 317.000 tons. Men londini er als ikki samd um, hvussu hesi tonsini skulu býtast. Føroyar boðaðu frá í 2013, at Føroyar ikki longur góðtaka gamla býtið.

Krevja meira í sín part

Sambært tí eiga Føroyar 5,16 prosent av heildarkvotuni. Viðvíkjandi svartkjaftinum eru londini hvørki samd um heildarkvotu ella býti. Føroyar og ES krevja meira í sín part.

Í fjør mælti ICES til ikki at fiska meira enn 840.000 tons. Men londini samdust um at fiska eina millión og 260.000 tons.

Harafturat tók Noreg 120.000 tons, tí ES ikki vildi geva norskum skipum loyvi at fiska svartkjaft í ES-sjógvi. ICES mælir til ikki at fiska meira enn 776.000 tons næsta ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. apríl
Andaktin
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066