Fólk í túsundatali missa arbeiðið í oljuvinnuni

Fólk í túsundatali missa arbeiðið í oljuvinnuni
Tvey av teimum stóru oljufeløgunum í Norðsjónum fara at siga 10.000 fólkum úr starvi í næstum. Feløgini siga, uppsagnirnar kunnu gerast enn fleiri
EnQuest og Premier Oil, tvey tey størstu oljufeløgini sum framleiða í bretska partinum í Norðsjónum, boða frá, at tey fara at siga 10.000 fólkum úr starvi. Feløgini siga, talið kann gerast tríggjar ferðir størri
 
19.10.2015 - 10:33

Tey bæði størstu oljufeløgini, sum virka olju í bretska partinum av Norðsjónum, EnQuest og Premier Oil, boða nú frá, at eini 10.000 fólk afturat væntandi mugu sigast úr starvi í næstum.

Grundin er, at oljuprísurin verður væntandi leingi líka lágur, sum hann er í løtuni. Í fjør vórðu 5500 fólk søgd úr starvi í Norðsjónum, 15 prosent av øllum størvunum í økinum.

Nú boða feløgini frá, at talið kann gerast trífalt so stórt. Stjórin í Premier Oil, Tony Durrant, sigur við Financial Times, at vinnan hevur ikki dugað nóg væl at tillaga seg, og tí verður støðan væntandi uppaftur verri.

Bretski parturin av Norðsjónum er eitt av dýrastu støðum at framleiða olju, tí lønirnar eru lutfalsliga høgar og oljugoymslurnar smáar. Tí noyðast feløgini at brúka lutfalsliga nógvar pengar at bora eftir tí oljuni, sum er eftir á leiðini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Leygardag 26. apríl
Her er flaggdagsrøðan hjá Ben Arabo
191094
Leygardag 26. apríl
Upp á tá - 250425
191091
Leygardag 26. apríl
Vikan 26. apríl 2025
191088
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949