Átta milliónir fyri 1500 fermetrar

Átta milliónir fyri 1500 fermetrar
Fiskimálaráðið vil hava átta milliónir kr. fyri 1500 fermetrar av lendi, sum Bygningsstyrelsen skal keypa við ætlaðu politistøðina í Húsagøtu í Havn
Átta milliónir krónur. Tað er prísurin, Fiskimálaráðið vil hava fyri eitt jarðarstykki, ið er 1500 fermetrar stórt, sum Bygningsstyrelsen skal keypa við politistøðina, sum ætlanin er at gera í Húsagøtu, har BankNordik fyrr helt til
Mynd: Kort: kortal.fo  
 
19.10.2015 - 13:27

Tórshavnar kommuna hevur gjørt av at selja bankabygningin í Húsagøtu í Havn til politistøð.

Avgerðin er tikin, eftir at Bygningsstyrelsen spurdi seg fyri hjá kommununi um at keypa bygningin til endamálið, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri.

Tórshavnar kommuna keypti í fjør báðar bygningarnar hjá BankNordik í høvuðstaðnum, tí bankin fór undir at byggja nýtt høvuðssæti, sum var liðugt herfyri.

Kommunan vil hava minst 42 mió. fyri bygning

Ætlanin var at nýta bygningin í miðbýnum til umsiting, men bankin vildi selja báðar bygningarnar saman, og tí gjørdi kommunan av at keypa báðar bygningarnar.

Bygningurin í Húsagøtu skal nýtast til heilsuhús við læknamiðstøð, tannlæknamiðstøð og øðrum almennum tænastum.

SÍ EISINI Stórar ætlanir við bankabygninginum í miðbýnum

Eftir at býráðið hevði gjørt avtalu um at keypa bygningarnar, spurdi løgreglan seg fyri um at keypa bygningin í Húsagøtu til politistøð. Tær samráðingarnar endaðu við, at kommunan tók avgerð um at selja bygningin.

Endaligur prísur er ikki avtalaður, men kommunan skal haldast skuldarfrí, og tí vil kommunan hava minst 42 milliónir krónur fyri bygningin, sigur Heðin Mortensen.

Danskir serfrøðingar hava ásett prísin

Bygningsstyrelsen hevur ætlanir um at byggja út í Húsagøtu, og tí er neyðugt at keypa eitt øki frá MRCC, sum Fiskimálaráðið varar av. Økið er 1500 fermetrar til støddar.

Rógvi Reinert, aðalstjóri í Fiskimálaráðnum sigur, at Fiskimálaráðið hevur spurt seg fyri hjá serfrøðingum, og teir mæla til at selja økið fyri 8 milliónir kr.

Aðrar treytir er eisini settar, millum annað skal ein lítil goymslubygningur hjá MRCC takast burtur, og hann skal byggjast aftur á øðrum øki.

Bygningsstyrelsen viðger málið

Ein ætlað útbygging av MRCC, sum varð gjørd í 2007, men sum ongantíð gjørdist veruleiki, skal ikki darvast av ætlanunum hjá løgregluni.

Talan er um at byggja eina hædd omaná bygningin hjá MRCC, sigur Rógvi Reinert. Fiskimálaráðið hevur sent tilfarið og prísin til Bygningsstyrelsen, sum nú viðgerð málið, og skal síðani svara Fiskimálaráðnum aftur.

- Vit hava einki frætt aftur frá Bygningsstyrelsen, sigur Rógvi Reinert, aðalstjóri í Fiskimálaráðnum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 25. november
Góðan morgun Føroyar
184117
Mánadag 25. november
Lesikrókurin 24 nov 2024
184113
Mánadag 25. november
Morgunlestur mánadagur 25.november 2024
184104
Sunnudag 24. november
Bolero - 24. november 2024
184087
Sunnudag 24. november
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
184085
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 24. november
Stórmøti hjá Heimamissióni
184095
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982