- Tíðindi, mentan og ítróttur
Lundastovnurin betri fyri
Eftir fleiri rakár eru nú ábendingar um, at lundastovnurin er betri fyri enn hann hevur verið í nógv ár, skrivar Jens Kjeld-Jensen á heimasíðuni, jenskjeld.info
- Lundin hevur havt tað besta árið síðani 1997. Teir, sum vurpu, vurpu seint, men nógvir vurpu slettis ikki, sambært Jens Kjeld-Jensen, fuglafrøðingi.
Pisurnar í ár hava kortini verið seinni á veg enn vanligt er. Í Hattarvík sóust áarpisur seinast í august, og í Mykinesi sóust tær ikki fyrr enn 10. september.
Eydnaðist ikki at friða lundan við lóg
Fuglafrøðingar hava áður rópt varskó, og biðið myndugleikarnir traðkað til, tí veiðan ikki kundi halda fram, sum minkingin hevur verið seinastu árini.
Í september 2011 royndi táverandi landsstýrismaðurin, Johan Dahl, at fáa Løgtingið at friða lundan, men tað eydnaðist ikki. Lógaruppskotið datt burtur tá løgtingsval varð fráboðað.
Í Mykinesi hevur eingin lundi tó verið veiddur seinnu árini. Bygdafólkið avgjørdi á grannastevnu í juli 2012 at banna veiðu, og tað veiðibannið er eisini blivið longt síðani tá.