Raka rætt 10. hvørju ferð

Raka rætt 10. hvørju ferð
Sambært einum nýggjum leka raka dronur hjá amerikanska herinum í níggju av tíggju førum sivilfólk og ósek
 
17.10.2015 - 10:21

Tað vakti ans, tá varskógvarin, Edward Snowden, fyri tveimum árum síðani lak loynilig skjøl hjá amerikansku trygdartænastuni, NSA, til journalistin, Glenn Greenwald. 

Nú eru loynilig skjøl aftur likin, og enn einaferð er tað Glenn Greenwald, sum hevur fingið skjølini.

Tíðindamaðurin hjá danska kringvarpinum í USA, Oliver Routhe Skov, skrivar, at netmiðilin hjá Greenwald, The Intercept, hevur fingið skjølini frá eini loyniligari keldu, sum starvast í amerikansku stjórnarumsitingini. 

- Ein amerikanari hevur víst óvanligt dirvi, og vit fara at síggja ársins størstu søgu um trygdarpolitikk, skrivar Edward Snowden á Twitter. 

Loyniligu skjølini snúgva um dronuætlanina hjá amerikansku stjórnini, og hvussu dronur verða nýttar í Afganistan, Somalia og Jemen.

- Hetta er fyrstu ferð, at vit síggja skjøl, sum út í æsir greiða frá, hvussu fólk verða vald út at verða avrættað í øllum heiminum, sigur journalisturin, Jeremy Scahill í The Intercept.

Obama, forseti, góðkennir málini, sum dronurnar skulu raka, men sambært skjølunum raka tær í níggju av tíggju førum sivilfólk og ósek. Rætta málið verður rakt bara 10. hvørju ferð.

Stjórnin, verjumálaráðið Pentagon og fregnartænastan, CIA, vilja ikki gera viðmerkingar til málið um skjølini, sum nú eru likin. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155