- Tíðindi, mentan og ítróttur
Northwest Pelagic: Stríðst um 100 milliónir krónur
Málið byrjaði í 2016, tá Fiskimálaráðið tók veiðiloyvini frá Norðingi, sum skipið hjá Northwest Pelagic, sum felagið kallaðist tá, æt.
Felagið royndi at fáa Fiskimálaráðið at broyt avgerðina, men tað rein ikki við, tí ráðið varð sannført um, at tað var útlendski medeigarin, sum hevði raðið á skipinum. Tí stevndi felagið Fiskimálaráðnum í oktober í 2017 og í juli 2019 kom so dómur, sum ikki bara gav felagnum viðhald í, at Fiskimálaráðið var á skeivari leið; dómurin segði eisini, at Fiskimálaráðið skuldi viðurkenna, at felagið hevði rætt til endurgjald eftir nærri ásettum reglum.
Hvussu stórt endurgjaldið skuldi vera, segði rætturin tó einki um, og líka síðan hava partarnir samráðst um upphæddina, tó uttan at semjast.
Tí endaði tað í juni mánað í fjør við, at felagið aftur stevndi Fiskimálaráðnum, hesaferð um endurgjaldsupphæddina.
At felagið stevnir er í grundini nokkso skilligt, tí tað er stórur munur á tí, sum felagið hevur gjørt upp, og krevur, og tí sum Fiskimálaráðið vil - og hevur latið. Tí felagið hevur nevniliga fingið slakar 24 milliónir krónur frá Fiskimálaráðnum, til, sum tað stendur, fulla og endaliga avgreiðslu av málinum.
Men tað vil Jupiter, sum felagið nú eitur, als ikki góðtaka, tí har er eingin semja um upphæddina.
- Fiskimálaráðið hevur, av sínum eintingum, sent okkum eina upphædd, men hon er altso góðar 100 milliónir krónur lægri enn tað, sum vit halda at hon skal vera. Upphæddin er eisini komin eftir at vit hava stevnt og harafturat er peningurin goldin okkum uttan rentur, so hatta góðtaka vit ikki, sigur Jógvan Martin Ferjá Joensen.
Tað eru nú góð níggju ár síðan málið byrjaði, og reiðarin er bangin fyri, at málið kemur at koyra í minst tvey ár afturat; kanska uppaftur longri enn tað, um tað verður kært til hægri rætt.
Hoyr annars innslagið, sum var í tíðindunum á nátturða í kvøld:
Nettrupulleikar gera, at vit fáa ikki lagt innslagið út í løtuni. Vit royna aftur seinni.