- Tíðindi, mentan og ítróttur
Lønarhækking kostar landinum umleið 60 mió. í 2016
Lønarhækking kostar landinum umleið 60 mió. í 2016
Lønarhækkingin, sum starvsfólkini hjá tí almenna fingu 1. oktober, kostar landskassanum 12 milliónir krónur tað, sum eftir er av hesum árinum
16.10.2015 - 12:42
Lønarhækkingin er, sambært karminum hjá Starvsmannafelagnum, 2,25 prosent 1. oktober. Hvørt prosent kostar landinum 21 milliónir krónur um árið.
1. oktober næsta ár hækkar lønin 1,9 prosent. So samanumtikið fara lønarhækkingarnar at kosta okkurt um 60 milliónir krónur næsta ár.
Enn hevur bara Starvsmannafelagið gjørt sáttmála við Lønardeildina í Fíggjarmálaráðnum, men sambært Snorra Fjallsbaki, leiðara á Lønardeildini, er støðið lagt við sáttmálanum hjá Starvsmannafelagnum.
Hini fakfeløgini skulu ikki vænta at fáa meira enn Starvsmannafelagið fekk, segði Snorri Fjallsbak við Útvarpið í gjár.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV