- Tíðindi, mentan og ítróttur
Greiðar reglur fyri hvør kann verða nevndur
Fyri at beina fyri øllum iva um, hvør skal verða nevndur minningardag teirra sjólátnu, 1. november, eru reglur gjørdar, sum greitt siga, hvør skal á listan.
Fólk skulu vera skrásett hjá Landsfólkayvirlitinum at búgva í Føroyum, og tey skulu hava latið lív í sínum yrki á sjónum, av sjúku ella vanlukku. Á sjónum merkir á skipi, í báti, á øðrum vinnustaði á sjónum, ella í sjónum.
Ein nevnd, sum varð sett eftir áheitan frá biskupi, hevur orðað treytirnar. Í nevndini vóru Anfinnur Garðalíð fyri manningarfeløgini og Reiðarafelagið, Edvard Bjarnason fyri Vørn, Bergur Berg fyri Mentamálaráðið og Løgmansskrivstovuna og Torleif Johannesen fyri fólkakirkjuna og Sjómansmissiónina.
Neyðugt við nýggjum reglum
Fyri 1. november í fjør stakk ivi seg upp um, hvør skuldi vera á listanum til minningarhaldið fyri tey sjólátnu. Jógvan Fríðriksson, biskupur, sigur, at skipanin var farin á glið, og tí var neyðugt at gera greiðar reglur um, hvør skal á listan.
Nevndin, sum síðani varð sett, var samd um, at neyðugt er at hava greiðar avmarkingar fyri, hvør kemur á listan, so ivamálini eru so fá, sum til ber.
Listin er galdandi fyri almenna minningarhaldið 1.november, har sum løgmaður og biskupur eru við, og sum Føroyska sjómansmissiónin skipar fyri.
Einki forðar tó fyri, at minningarhaldini annars kring landið eisini kunnu umfata onnur enn tey, sum eru á almenna listanum.