Trætumál ikki viðgerast í Føroyum

Trætumál ikki viðgerast í Føroyum
Trætumálið millum TG-verk og Landsverk skal ikki viðgerast í Føroyum. Ein danskur gerðarrættur fer at taka sær av ósemjuni
Trætumál millum TG-verk og Landsverk á Marknagilsdeplinum skulu viðgerast í einum donskum gerðarrætti
 
15.10.2015 - 11:36

Tað verður ikki í Føroyum, at seinasta punktum verður sett í ósemjuni millum byggifyritøkuna TG-verk og Landsverk viðvíkjandi Marknagilsdeplinum. 

Orsøkin til, at málið skal viðgerast í Danmark og ikki í Føroyum er, at høvuðsráðgevin í byggingini av Marknagilsdeplinum, arkitektafelagið BIG, er eitt danskt felag.

Somuleiðis er undirráðgevin Lemming og Eriksson eisini heimahoyrandi í Danmark. TG-verk er størsti arbeiðstakarin í Marknagilsdeplinum.

Avtalað at brúka danskan gerðarætt

Tá avtala skuldi gerast um, hvar møguligar ósemjur millum partarnar skuldu greiðast, varð hildið vera ruddiligast, at eisini ósemjur millum TG-verk og Landsverk skuldu beinast í danskan gerðarætt.

Hetta er Voldgiftsnævnet Byggeri og Anlæg. Hetta hevur TG-verk skrivað undir upp á. Um hetta fer at gera málið skjótari ella seinni at avgreiða, er ilt at siga í løtuni.

Ein fyrimunur kann vera, at danski gerðarætturin er størri og hevur størri arbeiðsorku enn ein føroyskur gerðarættur. Men vansin er, at tað kann taka rúma tíð at umseta øll skjølini í málinum til danskt.

Partarnir ósamdir um 45 milliónir

Trætan millum TG-verk og Landsverk snýr seg um 45 milliónir krónur, sum TG-verk metir seg hava til góðar hjá Landsverki.

Meginparturin av pengunum stavar frá seinkingum og meirveitingum í sambandi við roknivilluna, sum danski ráðgevin, Lemming og Eriksson, gjørdi í projekteringini og sum hevur seinkað arbeiðinum í fleiri mánaðir.

Landsverk vil bara gjalda ein part av rokningini hjá TG-verk, og tí endar málið allarhelst í gerðarætti.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Leygardag 26. apríl
Her er flaggdagsrøðan hjá Ben Arabo
191094
Leygardag 26. apríl
Upp á tá - 250425
191091
Leygardag 26. apríl
Vikan 26. apríl 2025
191088
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949