Væntar ikki semju nú

Væntar ikki semju nú
Føroyski samráðingarleiðarin væntar í løtuni, at eingin semja fæst um býtið av svartkjaftinum næsta ár, so fleiri samráðingar vera í heyst
Føroyski samráðingarleiðarin, Herluf Sigvaldsson, væntar í løtuni, at eingin semja fæst um býtið næsta ár, so fleiri samráðingar vera í heyst
 
14.10.2015 - 09:44

Klokkan 11 fara samráðingarleiðararnir hjá londunum, sum samráðast um svartkjaft í London, at tosa um býtið millum londini næsta ár.

Samráðingarnar byrjaðu mánadagin. Higartil hava samráðingarfólkini viðgjørt eina langtíðar umsitingarætlan fyri svartkjaftin.

Føroyski samráðingarleiðarin, Herluf Sigvaldsson, væntar í løtuni, at eingin semja fæst um býtið næsta ár, so fleiri samráðingar vera í heyst.

Byrja makrelsamráðingar um eina viku

Klokkan tvey seinnapartin byrja samráðingar um norðhavssildina, og tær enda seinnapartin fríggjadagin. Og um eina viku byrja samráðingar um makrel.

Strandarlondini Føroyar, ES, Ísland og Noreg samráðast um svartkjaftin. Ísland er formansland og beyð Grønlandi og Russlandi við sum eygleiðaralond.

Strandarlondini fara at royna at býta svartkjaftin av nýggjum, nú býtislykilin frá 2006 er vrakaður. Føroyar, ES, Ísland, Noreg og Russland samráðast um norðhavssildina. Her er Noreg formansland. Grønland er boðið við sum eygleiðaraland.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. mars
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
188513
Fríggjadag 28. februar
Veðrið
188455
Fríggjadag 28. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188428
Fríggjadag 28. februar
Heim, kæra heim (3:3) - teknmálstulkað
188417
Hósdag 27. februar
Hvíta gullið
188389