Oddafólk í banka dømd at rinda 90 milliónir

Oddafólk í banka dømd at rinda 90 milliónir
Dómur er fallin í tí fyrsta av sjey stórum rættarmálum móti oddafólki í kollsilgda Capinordic Bank í Danmark
Trý fólk úr kollsiglda Capinordic Bank eru dømd at gjalda 90 milliónir, Fíggjarligt Støðufesti hevði annars kravt 400 milliónir krónur í endurgjaldi
 
09.10.2015 - 09:46

Stjóri, nevndarformaður og ein nevndarlimur í kollsiglda Capinordic Bank eru dømd at rinda 90 milliónir krónur í endurgjaldi. Tað skrivar Ritzau.

Fíggjarligt Støðufesti, sum er fíggjarliga uppruddingarfyritøkan hjá danska statinum, hevði annars kravt 400 milliónir krónur í endurgjaldi.

Málið kom fyri í Eystara landsrætti í oktober í fjør, og dómurin er nú sagdur eftir meira enn hálvthundrað rættarfundir.

Teir tríggir dømdu, Claus Skov, Henrik Juul og Lasse Lindblad, høvdu kravt at sleppa heilt undan endurgjaldi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Leygardag 26. apríl
Her er flaggdagsrøðan hjá Ben Arabo
191094
Leygardag 26. apríl
Upp á tá - 250425
191091
Leygardag 26. apríl
Vikan 26. apríl 2025
191088
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949