Volkswagen-gølan: 100 bilar í Føroyum raktir

Volkswagen-gølan: 100 bilar í Føroyum raktir
Føroyska bilasølan setir seg í samband við teir umleið 100 eigararnar, ið koyra í bilum við snýti-ritbúnaðinum, tá boð koma úr Týsklandi
Umleið 100 Volkswagen bilar, ið hava snýti ritbúnað, koyra á føroysku vegunum. Eigararnir fáa boð í næstum, sigur føroyska umboðið, ið selur bilarnir í Føroyum
 
08.10.2015 - 13:58

Eini 100 bilar í Føroyum eru raktir av sonevndu diesel-gøluni hjá Volkswagen. Tað sigur, Gunnar Justinussen, stjóri á Bilasøluni, sum er Volkswagen-umboð í Føroyum.

Í gjár boðaði Matthias Müller, forstjóri hjá Volkswagen í Týsklandi frá, at ætlanin er, at allir bilar, sum eru raktir av gøluni - 11 milliónir tilsamans - skulu umvælast áðrenn árslok komandi ár.

- Vit kontaka allar kundarnar, tá vit koma har til. Vit bíða eftir leiðreglum og boðum úr Týsklandi, sigur Gunnar Justinussen, stjóri í Bilasøluni, ið selur bilarnar í Føroyum.

Óvist hvør skal gjalda rokningina

Í løtuni er ikki vist, um kundarnir sjálvir skulu gjalda rokningina ella um Volkswagen rindar, koyra fólk í einum bili, ið hevur snýti-ritbúnaðin.

- Eg kann ikki ímynda mær, at kundin stendur við rokningini, men tað kemur so tíðin at vísa. Vit fylgja teimum boðum, vit fáa, sigur Gunnar Justinussen.

Stjórin á Bilasøluni, Gunnar Justinussen, sigur, at sølan er steðgað av bilum, sum hava snýti-ritbúnaðin.

Bilarnir seldir frá 2009-2015

Umrøddi ritbúnaðurin ger, at veruliga luftdálkingin kann ikki mátast, tá bilurin er til eftirlit. Dømi er um, at bilurin dálkar 40 ferðir meiri enn loyvt er.

Sambært Volkswagen er talan um bilmerkini Volkswagen, SEAT, Audi og Skoda, sum eru seldir frá 2009 til 2015. Teir hava allir dieselmotorar av slagnum EA 189.

SÍ EISINI Volkswagen partabrøv rapa eftir ákærur um svik

Bilar, sum eru seldir eftir september í ár, hava ikki ritbúnaðin, sum svikar við útlátinum. Gølan hevur bankað partabrævið hjá Volkswagen í botn, síðani sonevnda siesel-gølan kom fram í ljósmála.

Seinni í dag skal stjórin hjá Volkswagen í USA, Michael Horn, standa skúlarætt í amerikansku Kongressunum um svikið við ritbúnaðinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. mars
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
188513
Fríggjadag 28. februar
Veðrið
188455
Fríggjadag 28. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188428
Fríggjadag 28. februar
Heim, kæra heim (3:3) - teknmálstulkað
188417
Hósdag 27. februar
Hvíta gullið
188389