Fíggjarlógin fyrstu viðgerð

Fíggjarlógin fyrstu viðgerð
Seinnapartin í dag fer løgtingið undir at viðgera uppskotið um fíggjarlóg fyri 2016
Løgtingið fer í dag at viðgera uppskotið um fíggjarlógið fyri 2016. Tvær aðrar lógir, sum hoyra til fíggjarlógina, eru eisini á dagsskránni hjá tinginum í dag
 
07.10.2015 - 08:08

Av tí at nýggja samgongan ikki hevði stundir at gera veruligt uppskot um fíggjarlóg, er uppskotið, sum tingið fer at viðgera í dag, framskriving.

Orsøkin er, at landsstýrið skal koma við uppskoti um fíggjarlóg fyri 1.oktober Tølini í fíggjarlógini fyri 2015 eru framskrivað og flutt í uppskotið fyri 2016.

Landsstýrið fer so seinni, helst fyrst í desember, at geva Fíggjarnevndini endaligt uppskot, so Fíggjarnevndin kann seta nýggju tølini í álitið um fíggjarlógaruppskotið.

Tvær aðrar lógir eisini á skránni í dag

Tvær aðrar lógir, sum hoyra til fíggjarlógina, eru eisini á dagsskránni hjá tinginum í dag. Hetta eru lógirnar, sum geva landinum heimild at krevja tilfeingisgjald og gjøld fyri makrel og norðhavssild.

Tølini eru tey somu sum í 2015, men neyðugt er, at lógirnar eisini eru galdandi í 2016, tí annars kann landið ikki krevja pengarnar, sum eru tiknir við í fíggjarlógina fyri 2016.

Men nýggja samgongan fer neyvan at krevja somu gjøld frá vinnuni sum gamla samgongan gjørdi, so hesar báðar lógirnar verða eisini broyttar seinni.

Nýggj forkvinna verður vald í Fíggjarnevndina

Sambært uppskotinum um fíggjarlóg fyri 2016 hevur landskassin 144 mió. kr. í halli næsta ár. Undanfarna samgonga legði stóran dent á, at í 2016 skuldi hallið í fíggjarlógini vendast til yvirskot.

Tað ætlar nýggja landsstýriskvinnan í fíggjarmálum, Kristina Háfoss, eisini, segði hon í Degi & viku týskvøldið. Tingfundurin í dag byrjar klokkan hálvgum tvey.

Undan tingfundinum í dag hevur Fíggjarnevndin fund, har hon fer at skipa seg av nýggjum. Ruth Vang í Framsókn skal veljast til forkvinnu í nevndini, eftir at Annika Olsen segði sessin frá.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. mars
Vælkomin heim Brandur
188924
Mánadag 10. mars
Morgunlestur mánadagur 10. mars 2025
188897
Sunnudag 9. mars
Bolero - Kvinnuligir tónasmiðir
188876
Sunnudag 9. mars
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
188875
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. mars
Djóralækni og skúlastjóri
188123
Fríggjadag 7. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
188792
Fríggjadag 7. mars
Veðrið
188823

Annað frá KVF