Garnaskipið Anita liggur framvegis í Spania

Garnaskipið Anita liggur framvegis í Spania
Enn er ógreitt, nær sakarmálið um endurgjald, sum reiðaríið hevur reist ímóti Løgmansskrivstovuni, kemur fyri í rættinum
Garnaskipið Anita liggur framvegis í Spania, nú skjótt eitt ár er liðið síðani táverandi løgmaður tók øll fiskirættindi frá skipinum
 
06.10.2015 - 17:42

Nú er skjótt eitt ár liðið síðani Kaj Leo Holm Johannesen, táverandi løgmaður tók øll fiskirættindi frá garnaskipinum Anitu. Seinni gjørdi hann av at taka øll rættindi frá skipinum til 31. august í 2016, næstan eitt ár aftrat.

Reiðaríið hevur fingið boð um at gera ein part av krøvunum upp, áðrenn næsti fyrireikandi fundurin verður í rættinum, og tað verður ikki fyrr enn í desember. Málið kemur neyvan fyri í rættinum fyrr enn einaferð næsta ár.

Nakað eftir at loyvini vórðu tikin frá skipinum, varð Anita sigld til Spania, og har liggur hon enn, tí eigararnir kunnu einki gera.

Áhugaðir keyparar eru

Jens Andrias Vinther, advokatur hjá reiðarínum sigur, at munnlig boð eru komin úr Fiskimálaráðnum um, at skipið fær eingi loyvi aftur, fyrr enn málið er avgreitt í rættinum. Tað hevur við sær, at eigararnir heldur ikki fáa selt skipið, um áhugi var fyri tí.

Áhugaðir keyparar eru, vísir Jens Andrias Vinther á, men av tí at skipið eingi fiskiloyvir hevur, og ikki fær nøkur loyvi í bræði, er eingin meining í at selja skipið.

Hann hevur biðið Fiskiálaráðið um at vátta tey boðini skrivliga, men hevur ikki hoyrt aftur úr Fiskimálaráðnum.

SÍ EISINI Krevur reiðaríið hjá Anitu eftir skjølum

Longu tá løgmaður fyri einum ári síðani tók øll loyvir frá Anitu, boðaði reiðaríið frá, at endurgjaldskrav fór at verða lagt fyri rættin.

Tað varð gjørt, og síðani hevur samskifti verið ímillum advokatarnar hjá pørtunum. Fríggjadagin var fyrireikandi rættarfundur.

Har fekk reiðaríið boð um at gera endurgjaldskravið upp fyri fyrra partin av tíðini, sum skipið ikki hevur havt loyvi at fiska.

Endurgjaldskrav fer at koma

Tað var frá tí at løgmaður í fjør tók loyvið frá skipinum, og til dómur fall í Føroya rætti í desember í fjør. Har vórðu bæði reiðari og skipari dømdir at gjalda bót fyri brot í lógina um vinnuligan fiskiskap.

Fyrr í ár tók Kaj Leo Holm Johannesen so øll loyvi frá Anitu til 31. august í 2016. Tað verður so gjørt upp í einum endurgjaldskravi.

Tað endurgjaldskravið verður latið rættinum seinni, tí kravið hækkar sum tíðin gongur, sigur Jens Andrias Vinther.

Reiðaríið vil ikki upplýsa um ognarviðurskifti

Á fyrireikandi rættarfundinum fríggjadagin, bað advokaturin hjá Løgmansskrivstovuni, Jógvan Páll Lassen, reiðaríið um at upplýsa ognarviðurskiftini í Anitu. Tað vildi reiðaríið ikki, sigur hann.

Tí fer hann at biðja rættin um at hava tað við í sínum metingum, tá dømast skal í málinum. Jens Andrias Vinther, advokatur hjá reiðarínum sigur, at spurningurin um ognarviðurskiftini ongantíð er tengdur uppí málið og tí eigur tað heldur ikki at gerast ein partur av málinum nú.

Nær næsti fundurin verður í rættinum, er ikki greitt, men tað verður í fyrsta lagi í desember. Og roknað verður ikki við, at málið um endurgjaldskravið kemur fyri í rættinum fyrr enn einaferð í 2016.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 25. november
Góðan morgun Føroyar
184117
Mánadag 25. november
Lesikrókurin 24 nov 2024
184113
Mánadag 25. november
Morgunlestur mánadagur 25.november 2024
184104
Sunnudag 24. november
Bolero - 24. november 2024
184087
Sunnudag 24. november
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
184085
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 24. november
Stórmøti hjá Heimamissióni
184095
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982