Vilja hava frádráttarskipan setta í gildi

Vilja hava frádráttarskipan setta í gildi
Vit eiga at umhugsa eina skipan, har frádráttur verður latin fyri umvælingararbeiði, sum handverkarar gera, heldur Vinnuhúsið
Vinnuhúsið heldur, ein frádráttarskipan eigur at verða sett í gildi í Føroyum, sum fólki til at biðja handverkarar gera arbeiði, heldur enn at fólk sjálvi gera umvælingar
 
05.10.2015 - 14:36

Tað sigur Vinnuhúsið, nú danska Vinstrastjórnin hevur sett hesa skipanina i gildi aftur. "Boligjobordningen," sum skipanin eitur á donskum, er galdandi frá 1. januar í ár til 2017.

Hvør persónur í húsarhaldinum kann draga 15.000 kr. frá í skatti um árið fyri arbeiði, sum ein handverkarafyritøkan hevur gjørt.

Skal eggja til at fakfólk gera arbeiðið

Verður skipanin sett í gildi, merkir tað, at eini hjún kunnu draga tilsamans 15.000 krónur frá í skatti, ætla tey til dømis at skifta vindeyguni í húsinum

Vinnuhúsið heldur, at hetta er ein góð skipan, sum vit eiga at umhugsa at seta í gildi í Føroyum. Hon eggjar fólki til heldur at biðja handverkarar gera arbeiðið.

Tað er tryggari, og dygdin er betur. Longur tíð gongur, til næsta umvæling skal gerast, og tað merkir, at umvælingin verður bíligari í longdini, sigur Vinnuhúsið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Leygardag 26. apríl
Her er flaggdagsrøðan hjá Ben Arabo
191094
Leygardag 26. apríl
Upp á tá - 250425
191091
Leygardag 26. apríl
Vikan 26. apríl 2025
191088
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949