Gott hálvár hjá gistingarhúsunum

Gott hálvár hjá gistingarhúsunum
Stórur vøkstur var í gistingum í føroysku ferðavinnuni fyrra hálvár í ár. 16% fleiri gistingar vóru samanborið við sama tíðarskeið í 2014
16 prosent fleiri gistingar vóru í ferðavinnuni fyrra hálvár í ár samanborið við sama tíðarskeið í fjør, vísir nýggjasta yvirlitið hjá Hagstovu Føroya
 
05.10.2015 - 10:09

Tilsamans vóru 66.569 gistingar í føroysku ferðavinnunu fyrra hálvár í ár. Tá eru gistingarnar í samband við sólarmyrkingina í mars ikki taldar við, skrivar Hagstovan.

Samanborið við sama tíðarskeið í 2014, vóru 9.247 fleiri gistingar fyrra hálvár í ár samanborið við sama tíðarskeið í fjør. Vøksturin svarar til 16 prosent.

Flestu útlendsku ferðafólkini, ið gistu á gistingarhúsum fyrra hálvár í ár, vóru úr Danmark, Noregi, Bretlandi og aðrastaðni úr Evropa, sambært yvirlitinum hjá Hagstovu Føroya.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Leygardag 26. apríl
Her er flaggdagsrøðan hjá Ben Arabo
191094
Leygardag 26. apríl
Upp á tá - 250425
191091
Leygardag 26. apríl
Vikan 26. apríl 2025
191088
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949