Eldur kyknaði í maskinrúminum á skipinum

Eldur kyknaði í maskinrúminum á skipinum
Teknikarar frá løgregluni fara í morgun umborð á Eysturbúgvan at kanna orsøkina, hví eldur kom í skipið tá tað lá við bryggju í Havn sunnukvøldið
 
05.10.2015 - 08:07

Stutt fyri klokkan sjey í gjárkvøldi varnaðust fólk, sum vóru á bryggjuni, at roykur kom úr skipinum, og løgreglan og sløkkilið vórðu boðsend.

Sambært vaktahavandi hjá løgregluni var eldurin lítil, og hann breiddi seg ikki víðari úr maskinrúminum. Eingin fekk skaða av eldinum.

Enn er tó ov tíðliga at siga nakað um orsøkina til eldsbrunan. Kanningar skulu gerast umborð, og onkur afturat skal avhoyrast, upplýsir løgreglan.

Eysturbúgvin kom á Havnina um middagsleitið í gjár. Skipið hevði tekniskar trupulleikar, og kom tí inn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Leygardag 26. apríl
Her er flaggdagsrøðan hjá Ben Arabo
191094
Leygardag 26. apríl
Upp á tá - 250425
191091
Leygardag 26. apríl
Vikan 26. apríl 2025
191088
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949