Visit Faroe Islands tilnevnt stóran prís

Visit Faroe Islands tilnevnt stóran prís
Vetrarfilmurin hjá Visit Faroe Islands er tilnevndur »Heimsins besti ferðavinnufilmur« í 2015. Hetta er í kapping við fleiri hundrað aðrar filmar
 
03.10.2015 - 10:26

Talan er um ferðavinnufilmsfestivalin Grand Prix CIFFT, sum verður í Vien í Eysturríki í november í ár. CIFFT, Comité International des Festivals du Film Touristique, sum er heimsins størsti ferðavinnufilmsfestivalur, hevur 26 ár á baki.

Føroysk feløg og fyritøkur hava áður vunnið vinnubundnar filmsvirðislønir av hesum slagnum. Eitt nú hevur Tryggingarfelag Føroyar fingið virðislønir fyri sínar lýsingarfilmar.

Stjórin á Visit Faroe Islands sigur, at hóast tað enn er ógreitt, um Vetrarfilmurin hjá Visit Faroe Islands vinnur ella ikki, so er ein tilnevning sum henda ein vinningur í sjálvum sær.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Leygardag 26. apríl
Her er flaggdagsrøðan hjá Ben Arabo
191094
Leygardag 26. apríl
Upp á tá - 250425
191091
Leygardag 26. apríl
Vikan 26. apríl 2025
191088
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949