Oljugoymslur hjá Magn umhvørvisgóðkendar

Oljugoymslur hjá Magn umhvørvisgóðkendar
Umhvørvisstovan hevur umhvørvisgóðkent oljugoymsluna hjá P/f Magn á Viðarnesi í Tórshavn og við Grótrætt í Klaksvík
Oljugoymslan hjá Magn á Viðarnesi (myndin) er nú umhvørvisgóðkend, og tað sama er oljugoymslan við Grótrætt í Klaksvík
 
01.10.2015 - 16:02

Á Viðarnesi í Tórshavn tekur P/f Magn ímóti gassolju og dieselolju frá tangaskipum og veitir gassolju til skip. Harafturat hevur Magn oljugoymslu í tangum, pumpustøð til tangabilar og goymslu av olju og kemikalia í smærri íløtum á staðnum.

Við Grótrætt í Klaksvík tekur P/f Magn ímóti gassolju og benzini frá tangaskipum og veitir gassolju til skip. P/f Magn hevur eisini oljugoymslu í tangum, pumpustøð til tangabilar og goymslu av olju og kemikalia í smærri íløtum við Grótrætt í Klaksvík.

Umhvørvisgóðkenningin kann kærast

Í málsviðgerðini er serligur dentur lagdur á, at dálkandi evni ikki verða leidd út á sjógv og í umhvørvið annars, at virki hevur mannagongdir at fyribyrgja dálkandi óhappum og útgerð ella avtalu um tøka útgerð, um óhapp skuldi hent.

Til ber at kæra avgerðina um umhvørvisgóðkenning. Kærurætt hav tey, sum avgerðin hevur ein serstakan, beinleiðis og persónliga týdning fyri.

Evsta mark at kæra avgerðina um umhvørvisgóðkenning er um ein mánað, 30. oktober. Møguligar kærur skulu sendast Umhvørvisstovuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Leygardag 26. apríl
Her er flaggdagsrøðan hjá Ben Arabo
191094
Leygardag 26. apríl
Upp á tá - 250425
191091
Leygardag 26. apríl
Vikan 26. apríl 2025
191088
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949