Uppskot um fíggjarlóg lagt fram

Uppskot um fíggjarlóg lagt fram
Klokkan tíggju fyrrapartin fer Kristina Háfoss at kunngera fyrsta uppskotið hjá nýggju samgonguni um fíggjarlóg
Landsstýriskvinnan í fíggjarmálum fer klokkan 10 at kunngera fyrsta uppskotið um fíggjarlóg. Uppskotið verður síðani lagt fram á tingfundinum klokkan 11
 
30.09.2015 - 07:59

Tað verður á tíðindafundi í Fíggjarmálaráðnum. Uppskotið verður síðani lagt fram á tingfundinum klokkan 11:00. Talan er tó ikki um nakað endaligt uppskot.

Samgongan sigur, at hon hevur ikki havt stundir at gera uppskot um fíggjarlóg fyri 2016. Tí verður fíggjarlógin fyri 2015 í fyrsta umfari bara framskrivað.

Tað er lógarkravt, at landsstýrið skal koma við uppskoti um fíggjarlóg fyri 1. oktober, so landsstýriskvinnan noyðist at koma við onkrum í dag.

Men tá uppskotið er komið í Fíggjarnevndina, fær nevndin veruliga fíggjarlógaruppskotið frá landsstýrinum. Og so setur Fíggjarnevndin nýggju tølini inn í upprunaliga uppskotið og leggur tey fram sum broytingaruppskot í desember.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109