Nú fara tey til verka

Nú fara tey til verka
Eitt tað fyrsta, sum nýggja landsstýrið fer at fremja í verki, verður at frysta heildarveitingina úr Danmark har, sum hon nú er
Eitt tað fyrsta, sum nýggja landsstýrið fer at fremja í verki, verður at frysta heildarveitingina úr Danmark - sum í ár er 641,8 mió. kr. - har, sum hon nú er
 
29.09.2015 - 08:37

Heildarveitingin er 641,8 mió. kr. í ár. Landsstýrið viðgjørdi í gjár eitt upprit frá Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum, um at frysta heildarveitingina - tað er at steðga prístalsviðgerðini.

Um prístalsviðgerðin, sum undanfarna samgongan fekk í lag, helt fram, hækkaði blokkurin millum níggju og tíggju milliónir krónur í 2016.

Á landsstýrisfundinum í gjár var eisini eitt upprit frá Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinnu í almannamálum, um at halda fram við arbeiðinum at gera pensjónsnýskipan.

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum, hevði eitt upprit um menningarætlan fyri sjúkrahúsini í Føroyum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109