- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hann røkir eisini tvey almenn størv
- Sitandi býráð gav mær heimild at vera bæði borgarstjóri og løgtingsmaður í senn, á fyrsta fundi eftir kommunuvalið í 2012, sigur Kristin Michelsen.
Borgarstjórarnir hjá Javnaðarflokkinum, bæði í Tórshavnar Kommunu og á Tvøroyri, sita tryggir á tveimum almennum stólum í senn.
SÍ EISINI Heðin atkvøddi ímóti dupultleikluti
Felags fyri Heðin Mortensen og Kristin Michelsen er, at teirra flokkur hevur einsamællur meirilutan í býráðnum.
Herfyri fekk Heðin Mortensen loyvi frá sínum býráði til at røkja løgtingssessin afturat fulltíðarstarvinum sum borgarstjóri í høvuðsstaðarkommununi. Á Tvøroyri heldur borgarstjórin seg til eina býráðssamtykt frá 19. november 2012.
Á fyrsta fundi eftir kommunuvalið gav býráðið hjá Kristini Michelsen sínum borgarstjóra loyvi til at røkja løgtingssessin afturat fulltíðarstarvinum sum borgarstjóri.
Kommunustýri kunnu geva frávik
Grein 6, stykki 2 í kommunustýrislógini ásetir, at um so er at borgarstjórastarvið er fulltíðarstarv, so skal borgarstjórin, tá hann er valdur, leggja frá sær borgarliga starvið og annars øll álitisstørv.
Tó kann kommunustýrið geva frávik, tá talan er um beinleiðis fólkavald starv. Tað er hetta frávikið, ið borgarstjórarnir hava biðið um.
Meðan tað í øðrum kommunum hevði skund fyri borgarstjórar at fáa hetta frávik frá sínum kommunustýri, so tekur Kristin Michelsen tað meira róligt. Hann vísir til býráðssamtyktina frá 2012.
Vildi ikki gera samrøðu
Meðan Kristin Michelsen síðsta valskeið sat í andstøðu í løgtinginum, so er hann í dag partur av samgongumeirilutanum á tingi. Kristin Michelsen er formaður í Rættarnevndini og limur í Fíggjarnevndini hjá løgtinginum.
Kristin Michelsen ynskir ikki at gera samrøðu við útvarpið í dag. Hann vísir tó á, at fólkið hevur talað og valt hann bæði í býráðið og løgtingið. Tó ásannar hann, at hansara tingarbeiði er vorðið meira umfatandi enn í farna valskeiði.
Borgarstjórin á Tvøroyri hevur ongar støðu til prinsipiella spurningin, hvørt tað er í lagi at sita í tveimum almennum størvum og harvið taka ímóti tveimum almennum lønum ísenn.
SÍ EISINI Borgarstjórar fara neyvan at reka landspolitik
Kristin Michelsen sigur seg taka undir við, at samgongan fer at hyggja eftir reglunum. Men sjálvur sigur hann seg enn ikki hava tikið støðu til spurningin, hvørt tað skal bera til at røkja tvey almenn størv ísenn.
Býráðsfundur skuldi vera á Tvøroyri 8. september, men tann fundurin varð avlýstur. Býráðsfundur verður aftur 14. oktober
Tá ætlar Kristin Michelsen, at býráðið skal fáa høvi at viðgera støðuna, har fulltíðarsetti borgarstjórin eisini er løgtingsmaður.
Bert borgarstjórin í Klaksvík sum ikki sleppur
Umframt Tórshavn og Tvøroyri, so er Vestmanna dømi um, at borgarstjóri í fullum starvi eisini er løgtingsmaður. Pauli T. Petersen, nývaldur løgtingsmaður fyri Tjóðveldi, bað býráðið í Vestmanna um loyvi at sleppa at halda fram sum borgarstjóri fulla tíð. Eitt samt býráð gav honum loyvi til tað.
- Eg eri demokratiskt valdur bæði støðini, sigur Pauli T. Petersen, sum ikki sær nakran trupulleika í at røkja tvey almenn størv í senn.
Tískil er Jógvan Skorheim einasti av fýra løgtingsmonnum, sum ikki sleppur at vera borgarstjóri samstundis. Meirilutin av Klaksvíkar Býráð segði nei og bað Jógvan Skorheim um at velja annan sessin. Hann valdi borgarstjórasessin.