Torbjørn Jacobsen nýggjur borgarstjóri í Runavík

Torbjørn Jacobsen nýggjur borgarstjóri í Runavík
Runavíkar kommuna hevur fingið nýggjan borgarstjóra.
 
25.09.2015 - 10:05

Tórbjørn Jacobsen verður nýggi borgarstjórin í Runavíkar kommunu

Eitt samt býráð hevur avgjørt, at tað verður Tórbjørn Jacobsen, sum avloysir Magnus Rasmussen, borgarstjóra, sum leggur frá sær 1. januar 2016, nú hann er valdur inn á Føroya Løgting.

Tórbjørn Jacobsen varð fyrstu ferð valdur í Runavíkar býráð á valinum í 2012 og hevur hetta skeiðið verið varaborgarstjóri og formaður í Teknisku nevnd. 
Nú, Tórbjørn Jacobsen verður borgarstjóri, fer hann í farloyvi sum havnameistari við Runavíkar havn.
Eitt samt býráð hevur eisini gjørt av, at nýggjur varaborgarstjóri verður Helgi L. Petersen, skrivar kommunan á heimasíðuni

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109