Uppskot at broyta hjúnabandslógina latið tinginum

Uppskot at broyta hjúnabandslógina latið tinginum
Løgtingsskrivstovan kannar nú uppskotið, sum væntandi verður lagt fram fyrst í oktober
Sonja Jógvansdóttir, sum saman við øðrum hevur borið uppskot um at broyta hjúnabandslógina í tingið
 
24.09.2015 - 12:47

Uppskotið um broytingar í hjúnabandslógini er nú latið løgtingsskrivstovuni.

Uppskotið hevur til endamáls at broyta lógina so, at samkynd eisini skulu kunna ganga saman í borgarligt hjúnarlag. Og sum skilst, er talan um neyvt sama uppskot, sum Bjørt Samuelsen, Rigmor Dam og Poul Michelsen í seinastu tingsetu løgdu fram.
 
Fýra tingkvinnur eru saman um hetta uppskotið. Tær eru Sonja Jógvandóttir, sum er uttanflokka, Bjørt Samuelsen úr Tjóðveldi, Kristianna Winther Poulsen úr Javnaðarflokkinum og Hanna Jensen úr Framsókn.

Løgtingsskrivstovan kannar nú løgfrøðiliga uppskotið um broytingar í hjúnarbandslógini, og væntandi verður tað lagt fyri løgtingið fyrst í næsta mánaði.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109