- Tíðindi, mentan og ítróttur
Aleqa vil hava størri samstarv í fólkatinginum
Aleqa Hammond, fólkatingskvinna, roynir nú at fáa grønlendsku og føroysku fólkatingslimirnar at arbeiða saman í fólkatinginum, so londini í Útnorðri draga eina línu í málum, sum hava týdning fyri tey.
Sambært tíðindaskrivi fra flokkinum hjá Alequ Hammond, Siumut, sendi hon í gjár hinum trimum fólkatingslimunum fundarboð.
Sambært blaðnum Sermitsiaq ætlar Aleqa Hammond ikki at endurstovna Norðuratlantsbólkin í fólkatinginum.
Men hon ætlar at fáa í lag størri samstarv millum føroyingar og grønlendingar í fólkatinginum. Arbeiðið hjá teimum skal vera betur samskipað, heldur hon.
Aleqa Hammond sigur, at nú er vorðið greitt, at Magni Arge og Sjúrður Skaale eru føroysku fólkatingsmenninir, og tí gevur hon fundarboð nú.
Bjóðar skrivstovuna fram
Aleqa Hammond bjóðar sær til at lata skrivstovu sína á Christiansborg umsita samstarvið.
Siumut sigur, at hin grønlendski flokkurin í fólkatinginum, IA, og Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi vilja fegin tosa um samstarv millum tey fýra fólkatingsfólkini úr Útnorðri.
Aleqa Hammond leggur dent á, at ætlan hennara er ikki at stovna ein bólk, men heldur fáa í lag samskifti og sterkt samstarv millum fýra sjálvstøðugar fólkatingslimir.
Fólkatingssetan 2015 byrjar um tvær vikur.