Magni og Jógvan í farloyvi

bannari
Magni og Jógvan í farloyvi
Bárður Kass Nielsen hevur longu tikið sæti á tingi fyri Jógvan Skorheim
Magni Arge var nývaldur á løgtingsvalinum 1. september. Av tí at hann frammanundan er fólkatingsmaður, hevur hann biðið løgtingið um farloyvi
 
17.09.2015 - 10:44

Jógvan Skorheim ætlaði bæði at vera borgarstjóri í Klaksvík og løgtingsmaður samstundis, men tað vildi býráðið ikki. Hann mátti velja annað starvið.

Jógvan Skorheim hevur avgjørt at halda fram sum borgarstjóri, og í dag bað hann tingið um farloyvi. Næsti maður á listanum hjá Nýggjum Sjálvstýri er Bárður Kass Nielsen, og hann hevur longu tikið sæti á tingi.

Magni Arge hevur eisini biðið um farloyvi úr tinginum. Hann røkir frammanundan fólkatingsessin hjá Tjóðveldi, men ein regla í Tjóðveldi sigur, at tú kanst ikki bæði vera løgtingsmaður og fólkatingsmaður í senn. Magni Arge fer í farloyvi úr løgtinginum mánadagin, og tá tekur Ingolf S. Olsen sæti á tingi fyri hann. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. mars
RagnarRokk: Simon Michael um Post Mortem
189180
Fríggjadag 14. mars
Breddin: Grønlendsk valbumba
189178
Fríggjadag 14. mars
Morgunlestur fríggjadagur 14. mars 2025
188901
Hósdag 13. mars
RagnarRokk 13.mars 2024
187290
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 13. mars
Always Outnumbered, Never Outgunned
189170
Mikudag 12. mars
Hondbóltur: Føroyar - Holland
189119
Mikudag 12. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189087
Týsdag 11. mars
Veðrið
189035