Fiskurin hjá Ran fór til minkafóður

Fiskurin hjá Ran fór til minkafóður
Málið hevur einki við góðsku at gera, men um hvør skal fiska á Flemmish Cap, sigur stjórin í Thor
Tað endaði við, at fiskurin í lastini á Ran varð seldur sum minkafóður
 
16.09.2015 - 14:50

Fiskurin, sum lá óinnpakkaður í lastini á trolaranum Ran, er seldur sum minkafóður fyri tvær krónur og 5 oyru kilo. Talan er um 70 tons tilsamans

- Prísurin átti at verði 22 krónur kilo, sigur Hans Andrias Kelduberg. Hann er avgjørdur:

- Hetta málið hevur einki við góðsku at gera. Hetta snýr seg um kvotur, og hvør skal fiska tosk á Flemmish Cap. Tað er har, ið málið byrjar, sigur hann

Hann leggur aftrat, at her er talan um ráðagerð úr Klaksvík. Blaðið Norðlýsið kom umborð og tók myndir av fiskinum í lastini. Og tað fekk Heilsufrøðiligu Starvsstovuna í Havn at leypa framav og kolldøma fiskin í lastini, sigur Hans Andrias Kelduberg. 

Ran og Phønix vóru á Flemmish Cap, og Ran tók ímóti fiskinum frá Phønix. 

Frystu í lastini

Fiskurin var stórur og passaði ikki í frystarnar. Tí varð gjørt av at frysta fiskin í sjálvari lastini. Tað varð gjørt allan túrin. 

Hetta var gjørt á tann hátt, at fiskurin varð lagdur á eina presending. Tá so fiskurin varð frystur, varð hann koyrdur í eina krubbu í lastini. Tí varð fiskurin ongantíð pakkaður.

Heilsufrøðiliga Starvsstova staðfesti á eftirlitsvitjan í Klaksvík 2. apríl og 7. apríl í fjør, at fiskurin var ikki egnaður til matna. 

Thor kærdi avgerðina hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni til Vinnukærunevndina, men Vinnukærunevndin gav Heilsufrøðiligu Starvsstovuni viðhald.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. mars
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
188513
Fríggjadag 28. februar
Veðrið
188455
Fríggjadag 28. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188428
Fríggjadag 28. februar
Heim, kæra heim (3:3) - teknmálstulkað
188417
Hósdag 27. februar
Hvíta gullið
188389