Grønlendingar givnir at fiska makrel

Grønlendingar givnir at fiska makrel
Bara ein triðingur av kvotuni er fiskaður. Orsøkin er m.a. kaldur sjógvur og vánaligt veður
 
04.09.2015 - 10:40

Fiskiskapurin í Grønlandsfjørðinum millum Grønland og Ísland er vánaligur aftur í ár.

Vónirnar vóru góðar, eins og í fjør, men hitin í sjónum og tað, at tað hevur ikki viðrað,  hevur enn einaferð ávirkað royndarfiskiskapin eftir makreli.

Í summar ásetti Grønland sær kvotu, ið var 85.000 tons av makreli, og vónirnar í fíggjarlógaruppskotinum eru settar eftir hesi nøgd, sum svarar til 90 miljónir krónur í inntøku.

Bara triðingurin fiskaður

Men grønlendsku og útlendsku skipini hava fram til 1. september bara fiskað ein triðing av kvotuni. Og grønlendska fiskimálaráðið sigur við Sermitsiaq, at loyvishavararnir hava steðgað makrelfiskiskapinum í ár.

Fiskavirkini hava í ár bara skrásett, at 30.300 tons av makreli eru fiskað. Um somu tíð í fjør vórðu 50.048 tons fiskað, og tað var hildið at vera sera lítið.

Andstøðan í grønlendska landstinginum er í øðini um støðuna.

Spæla lotto

- Vit hava spælt lotto við fíggjarlógini. Tað eiga vit at læra av. Tú kanst ikki rokna við inntøkum, soleiðis sum vit hava gjørt. Skulu vit hava eina fíggjarlóg, sum ikki vísir hall, eigur grundarlagið ikki at vera ivasamar inntøkur, og um veðrið er til vildar, sigur Naaja Nathanielsen, landstingslimur fyri Inuit Atagaatiiit.

Kaldir havstreymar, vánaligt veður og at fiskurin er farin úr grønlendskum sjógvi fyrr enn vanligt er orsøkin til vánliga makrelfiskiskapin í ár, skrivar sermitnistq.gl.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Leygardag 26. apríl
Her er flaggdagsrøðan hjá Ben Arabo
191094
Leygardag 26. apríl
Upp á tá - 250425
191091
Leygardag 26. apríl
Vikan 26. apríl 2025
191088
Leygardag 26. apríl
Morgunlestur leygardagur 26.apríl 2025
190972
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948