Kallar ikki tingið saman fyribils

Kallar ikki tingið saman fyribils
Tað er umráðandi ikki at leypa framav, og tí eigur formansskapurin fyrst at viðgera málið, sigur Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður
 
25.06.2015 - 15:25

Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður, sigur í dag, at hann fer ikki at kalla tingið saman fyribils. 

- Tað er umráðandi ikki at leypa framav, og tí eigur formansskapurin fyrst at viðgera málið, sigur Jógvan á Lakjuni. 

Hann hevur tí biðið umstingina hjá løgtinginum lesa frágreiðingina hjá Hans Gammeltoft-Hansen nærri, og síðani at koma við einum tilmæli til formansskapin. 

Áðrenn tað er gjørt, fer løgtingsformaðurin ikki at kalla tingið saman, sigur Jógvan Lakjuni.

Eigur at verða kallað saman

Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum, heldur, at løgtingsformaðurin eigur at kalla tingið saman beinanvegin at viðgera kanningina og úrslitið.

- Tað er margháttligt, at løgtingið biður um eina kanning fyri milliónir, og so ikki fær høvi at viðgera kanningarúrslitið, sigur hann. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Leygardag 1. februar
Upp á tá - 310125
187177
Leygardag 1. februar
Vikan 1. februar 2025
187169
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109