Landsverk hevur ov lítið til viðlíkahald

Landsverk hevur ov lítið til viðlíkahald
Játtanin er minkað 20 prosent síðani 1996, men ferðsluarbeiðið er vaksið 23 prosent
 
17.06.2015 - 07:58

Landsverk hevur alt ov lítið av pengum til at halda vegir, brýr og tunlar viðlíka.

Tað skrivar stovnurin í ársfrágreiðing sínari fyri 2014.

Tunlar krevja umvælingar fyri 187 mió. kr. og brýr fyri 40 milliónir. Og tá eru dagføringar ikki taldar við. 

Harafturat eru so landsvegirnir. Landsverk sigur, at 100 kilometrar, fimti hvør kilometur, krevja asfaltering. Eftirsleipið svarar til millum 80 og 100 mió. kr.

Útreiðslurnar í fíggjarlógini til raksturin hjá tí almenna eru vaksnar 113 prosent síðani 1996. 

Játtanin minkað 20 prosent

Samstundis er játtanin til Landsverk minkað 20 prosent, men ferðsluarbeiðið er vaksið okkurt um 23 prosent. 

Við øðrum orðum er gapið millum játtanartørv og eftirsleip alsamt vaksið, er niðurstøðan hjá Landsverki.

Ella, sagt við øðrum orðum og tølum: í 2014 vóru bara 80 oyru eftir av hvørjari krónu í 1996 til viðlíkahald.

Eftirsleipið svarar til fýra ferðir árligu játtanina til Landsverk. Í Danmark er hetta eftirsleipið 1,2, í Noregi 2,2, í Svøríki 2,5 og í Finnlandi 2,6, skrivar Landsverk í ársfrágreiðingini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Leygardag 1. februar
Upp á tá - 310125
187177
Leygardag 1. februar
Vikan 1. februar 2025
187169
Leygardag 1. februar
Morgunlestur leygardagur 1. februar 2025
186659
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109