Nýggja lánsbrævarøðin seld eftir einum tíma

Nýggja lánsbrævarøðin seld eftir einum tíma
Í morgun seldi Føroya Landsstýri fyri 1,045 milliard krónur í nýggjum lánsbrøvum, og sølan gekk skjótt og væl.Tey vóru seld í Føroyum og uttanlands
 
02.06.2015 - 15:03

Nýggja lánið skal rindast aftur 11. juni í 2020, tað vil siga um fimm ár. Lánið er eitt standandi lán við fastari rentu.

Navnrentan ella nominella rentan er 1%, og effektiva rentan til íleggjarar er 0,963%. Kursurin er 100,18.

Skuld og hall
Meginparturin av peninginum skal nýtast til at rinda skuld aftur, ið fellur til gjaldingar í juni 2015 og til at fíggja hall á fíggjarlógini í 2015.

Nýggja lánsbrævarøðin verður listað 11. juni 2015 á keypsskálunum í Íslandi og Keypmannahavn.

Fígging Landsins á Gjaldstovuni og Nordea Bank hava fyrireikað lántøkuna og Nordea hevur selt lánsbrøv uttanlands. BankNordik, Eik Banki og Norðoyar Sparikassi hava havt søluna um hendi í Føroyum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109