- Tíðindi, mentan og ítróttur
Gongd komin á bygging
Tær 22 íbúðirnar á Óðinshædd í Havn verða í ymiskum støddum og sniðum úr 54 upp í 86 fermetrar til støddar, stendur á heimasíðuni hjá Bústøðum.
Tað er Palli Gregoriussen, arkitektur, sum hevur teknað íbúðirnar, sum eftir ætlan verða lidnar í desember í ár. Bústaðir er eisini í holt við aðrar verkætlanir í Havn.
Byggja eisini við Skansan
Felagið byggir í løtuni 12 íbúðir í ymiskum støddum og sniðum við Skansan í Havn. Tær íbúðirnar verða úr 57 til 107 fermetrar til støddar. Albert Isfeldt & Gudmund S. Hansen, arkitektar, hava teknað íbúðirnar.
Bústaðir fyrireikar í løtuni eisini tvær aðrar byggiverkætlanir. Tað eru 30 íbúðir Oman Mattalág í Havn, og 30 íbúðir við Dalavegin.
Bygningurin við Dalavegin er serstakur, tí ætlanin er, at hann skal standa á súlum, og ikki á siðbundnari, stoyptari grund. Grundøkið, har bygningurin skal standa, er góðar 7.000 fermetrar.
28 íbúðir lidnar í Havn
Verkætlanin á Dalavegnum verður fyrireikað í samstarvi við Arkitektar 99 og Lofti Arkitektar. Fyrireikingar, at byggja hesar íbúðirnar, eru í gongd, men endalig støða er ikki er tikin, um bygt verður, stendur á heimasíðuni hjá Bústøðum.
- Gongdin higartil og tørvurin sambært bíðilistanum eru partar av avgerðargrundarlagnum, skriva Bústaðir.
Til ber í løtuni at leiga 28 íbúðir frá Bústøðum í Havn. Fýra av teimum eru á Íslandsvegi í Vesturbýnum, tær kosta millum 3.100 og 5.500 krónur um mánaðin. 24 íbúðir eru á Heimasta Horni, tær kosta millum 5.600 og 6.700 krónur um mánaðin.