- Tíðindi, mentan og ítróttur
Óvist hvat skal henda við avgustinum
Avgusturin rendi seg fastan á sandinum í Hvalba seinnapartin í gjár. Fyrrapartin í gjár sóu hvalbingar ein stóran hval koma inn eftir fjørðinum. Fyrst varð hildið, at talan var um døgling, men skjótt var greitt, at talan var um ein avgust.
Seinnapartin kom hann so langt inn, at hann svam seg fastan á sandinum. Menn í froskmannabúna yóku myndir av hvalinum, og á teimum sæst, at hann hevur stór merki fremst á kúluni.
Video: Avgustur strandaður í Hvalba
This video is about Augustur í Hvalba
Posted by Kartni Fornagard on 12. apríl 2015
Jaspur Vang sigur, at løgreglan hevur havt samband við djóralækna og náttúrgripasavnið, og tey mæla frá at gera nakað við avgustin, sum støðan er.
- Tað ber ikki til at skera avgustin á háls, og vit hava heldur ikki neyðugar førleikar at skjóta avgustin, sigur Jaspur Vang við útvarpið í morgun.
Hildið verður, at avgusturin er 10-12 langur, og hann kann viga 25 tons. Fundur verður fyrrapartin um, hvat skal gerast við avgustin í Hvalba.