Hava slept málinum: Myndirnar ikki nóg gott prógv

Hava slept málinum: Myndirnar ikki nóg gott prógv
Norska ákæruvaldið hevur slept málinum ímóti flakatrolaranum, Ennibergi, og skiparanum, Sonna Johannesen, fyri at hava tveitt fisk fyri borð
Norska ákæruvaldið hevur slept málinum ímóti flakatrolaranum, Ennibergi, ið skuldi byrja um eina viku
Mynd: Norska fiskiveiðieftirlitið  
 
09.04.2015 - 14:18

Tað var í februar, at fólk frá norsku sjóverjuni fóru umborð á Enniberg, og góvu skipinum boð um at sigla til lands, tí fiskur varð tveittur út, og tað er ikki loyvt sambært norskari lóg.

Tað var eitt flogfar sum hevði tikið myndir av Ennibergi, og ákæruvaldið metti, at talan var um fisk, sum fleyt við síðuna av skipinum.

SÍ EISINI VIDEO: Her fer fiskur fyri borð, siga norðmenn

Enniberg gjørdi eftir boðunum, og fór inn til Hammerfest. Skipið og skiparin, Sonni Johannesen, fingu eitt sektaruppskot, ið var umleið 430.000 kr., men skiparin noktaði seg sekan í skuldsetingini.

Reiðaríið veitti trygd fyri pengunum, so skipið slapp aftur til fiskiskap. Síðani hendingina hevur manningin á Ennibergi tikið myndir av virkseminum umborð, og latið norska ákæruvaldinum upptøkurnar.

Myndirnar ikki nóg greitt prógv

Málið skuldi koma fyri í rættinum hálvan apríl, men nú hevur reiðaríið fingið boð um, at málið ikki kemur fyri í rættinum, tí myndirnar, sum flogfarið tók, eru ikki nóg gott prógv um, at nakað ólógligt fór fram, sigur reiðarin á Ennibergi, Mortan Johannesen.

Reiðaríið fær pengarnar aftur frá norska ákæruvaldinum, men um nakað meir hendir í álinum, hevur reiðaríið ikki tikið støðu til.

Norski advokaturin hjá reiðarínum vil hava reiðaríið at krevja endurgjald frá norsku myndugleikunum, men tað er ikki mín fyrsti tanki, nú málið er avgreitt, sigur Mortan Johannesen, reiðari á Ennibergi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 4. mars
Veðrið
188646
Sunnudag 2. mars
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
188513
Fríggjadag 28. februar
Veðrið
188455
Fríggjadag 28. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188428
Fríggjadag 28. februar
Heim, kæra heim (3:3) - teknmálstulkað
188417