- Tíðindi, mentan og ítróttur
Finst at skúlamyndugleikunum fyri at drála
- So leingi vit ikki kunnu bjóða eitt nøktandi tilboð til teirra, sum hava álvarsligar lesi- og skrivitrupulleikar í fólkaskúlanum, er felagið fyri lesi- og skriviveik besta tilboðið, men fyrr ella seinni mugu tilboð vera í fólkaskúlanum til teirra, sigur Herálvur Jacobsen við Skúlablaðið.
Herálvur Jacobsen finst at skúlamyndugleikunum fyri at drála, tí enn er einki tilboð í fólkaskúlanum. Hann vísir á, at uppgávan í løtuni er hjá felagnum fyri lesi- og skriviveik, sum ger eitt stórt arbeiðið, heldur Herálvur Jacobsen.
Hann eftirlýsir, at økið verður raðfest og samskipað betri innan skúlagátt. Eitt av tilmælunum hjá arbeiðsbólkinum, sum hevur orðað álit og tilmæli um sernámsfrøðiliga økið í Føroyum, er at samskipa játtanina, sum fer til felagið fyri lesi- og skriviveik, við Sernám og skúlaøkið.
Játtanin tvífaldað seinastu fýra árini
Felagið fyri lesi- og skriviveik hevur fingið játtan á løgtingsfíggjarlógini í fleiri ár, og játtanin skal nýtast til at styrkja undirvísingina av lesi- og skriviveikum.
Tey fyrstu árini var játtanin lítil. Síðan 2011 er hon kvinkað úr kr. 600.000 upp í 1,3 millión krónur.
- Hetta vísir, hvussu stórur tørvurin er á undirvísing fyri lesi- og skriviveik. Hinvegin vísir gongdin eisini, at talan er um eitt øki innan fólkaskúlan, sum avvarðandi myndugleikar als ikki hava raðfest, sigur Herálvur Jacobsen við Skúlablaðið.