- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fegnast á Facebook um ætlaðu góðshavnina
Tað eru ikki øll, ið ynskja hana har piparið grør - nýggju góðshavnina, Skansabryggjan, ætlanin er at byggja útifyri Skansan og Eystaru bryggju í høvuðsstaðnum.
- Vit vilja, at Skansin verður eins og Tinganes, har fyrsti skansin í Havn upprunaliga var. Ein fornminnisligur dýrgripur, mitt í meldrinum, siga stigtakararnir millum annað.
Hetta er ein síða hjá okkum, sum fegnast um, at Skansin verður partur av nýggju Tórshavnar havn. Sum fegnast um, at...
Posted by Skansin on 30. mars 2015
Leygardagin varð ein annar bólkur stovnaður á Facebook. Tann bólkurin savnar inn undirskriftir frá fólki, ið ikki taka undir við at nýggj góðshavn verður gjørd í Havn.
Stigtakararnir, Øssur Winthereig og Grækaris Djurhuus Magnussen, ætla at handa Tórshavnar kommunu innkomnu undirskriftirnar í morgin, mikudagin 1. apríl.