- Tíðindi, mentan og ítróttur
Peningurin kann bókast í roknskapinum fyri 2014
Verða pengarnir, Heilsumálaráðið er dømt at rinda, bókaðir í ár, kann Heilsumálaráðið biðja um eykajáttan eftir páskir.
Tað er púra óneyðugt at órógva Fíggjarnevndina nú, tí Heilsumálaráðið hevur longu pengarnar, sum skulu flytast til Danmarkar í næstu viku, sigur Fíggjarmálaráðið. Talan var um serviðgerð uttanlands, tí fara pengarnir av kontuni "serviðgerðir uttanlands."
Endurgjald, sum er ein staðfest útreiðsla áløgd við dómi, er at líkna við lógarbundna játtan, har skylda er at gjalda krav móti landskassanum, sama um játtan er tøk.
Kravið móti landskassanum eldri
Hóast endaligi dómurin er sagdur nú í mars 2015, er kravið móti lansdskassanum nógv eldri. Tí ber til at skráseta pengarnar, 10,3 mió. kr., í roknskaparárinum 2014, sum enn er opið. Tá verður nýtslan staðfest í roknskapinum fyri 2014 uttan nakra játtanarliga viðgerð.
Men verða pengarnir skrásettir í 2015, kann, um neyðugt, verða biðið um eykajáttan seinni til "serviðgerðir uttanlands" hjá Landssjúkrahúsinum.
Tað sigur Fíggjarmálaráðið í svarinum til Heilsumálaráðið um fíggjarnevndarskjalið, sum Fíggjarmálaráðið ikki sendi Fíggjarnevndini. Heilsumálaráðið hevur skyldu til alt fyri eitt at gjalda sambært álagda dóminum.
Brúkti somu grundgeving í fjør
Fíggjarmálaráðið brúkti somu grundgevingar nú sum fyri einum góðum ári síðani, tá CIP skuldi hava eina millión krónur úr landskassanum, tí CIP ikki slapp at gera Eysturoyartunnilin.
Hóast hon varð goldin í fjør, í 2014, varð milliónin skrásett í landsroknskapinum fyri 2013, upplýsir Fíggjarmálaráðið.
SÍ EISINI Dómur staðfestur: Heilsumálaráðið skal gjalda
Landsstýrismaðurin í heilsumálum hevur pengarnar, og tí er ikki neyðugt at fara í Fíggjarnevndina við fíggjarnevndarskjali um tær 10,3 mió. kr., sum Heilsumálaráðið um minni enn eina viku skal rinda Region Hovedstaden. Tað sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum.
Hann sigur, at pengar eru á kontuni "serviðgerðir uttanlands." Tí er óneyðugt at biðja um fleiri pengar beint nú. Men eftir páskir kemur uppskot um eykajáttan frá landsstýrinum, og tá ber til at biðja um pengar til "serviðgerðir uttanlands."
Fíggjarnevndarskjalið strandaði í Fíggjarmálaráðnum
Fíggjarnevndin fær einki fíggjarnevndarskjal frá Heilsumálaráðnum um pengar at rinda tað, sum Eystari landsrættur álegði ráðnum at gjalda fyri viðgerð í Danmark.
Tí fíggjarnevndarskjalið, 10,3 mió. kr., strandaði í Fíggjarmálaráðnum, sum skal góðkenna øll fíggjarnevndarskjøl, áðrenn tey fara víðari í Fíggjarnevndina.
Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum, segði í gjár, at Fíggjarmálaráðið noktaði at senda Fíggjarnevndini umbønina um tær 10,3 milliónirnar.
Lítið eftir á kontuni seinni í ár
Karsten Hansen sigur, at pengarnir verða tiknir av kontuni "serviðgerðir uttanlands." Men so verður ov lítið eftir á teirri kontuni seinni í ár.
Bæði Føroya rættur og Eystari landsrættur dømdu landsstýrið at gjalda Region Hovedstaden fyri varðhaldsviðgerð á Sct. Hans sjúkrahúsinum.
Eitt nevningating í Føroya rætti dømdi ein filipinskan sjómann í varðhaldsviðgerð fyri at stinga skiparan á frálandsskipinum Tórsvík við knívi.