Meiriluti kortini ikki fyri varskógvaraskipan

Meiriluti kortini ikki fyri varskógvaraskipan
Meiriluti var ikki í Fíggjarnevndini fyri, at løgtingið eigur at biðja landsstýrið gera eina skipan fyri fólk, ið arbeiða hjá landi ella kommunum
Meiriluti var kortini ikki í Fíggjarnevndini fyri, at løgtingið eigur at biðja landsstýrið gera eina varskógvaraskipan fyri fólk, sum arbeiða hjá landi ella kommunum
 
26.03.2015 - 09:28

Samgongan forðaði fyri semju í Fíggjarnevndini um eitt uppskot hjá Tjóðveldi, siga Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin.

Meiriluti var kortini ikki í Fíggjarnevndini fyri, at løgtingið eigur at biðja landsstýrið gera eina varskógvaraskipan fyri fólk, sum arbeiða hjá landi ella kommunum.

SÍ EISINI Helst meiriluti í tinginum fyri varskógvaraskipan

Tað ljóðaði eina ferð, at undirtøka var eisini í samgonguni fyri uppskotinum til samtyktar hjá Kristina Háfoss í Tjóðveldi um varskógvaraskipan.

Men nú Fíggjarnevndin hevur skrivað álit eftir at hava havt uppskotið nú í góðar fýra mánaðir mælir meirilutin í nevndini, samgongumenninir, frá at samtykkja uppskotið.

Meiriluti var fyri uppskotinum

Minnilutin, Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin, váttar, at meiriluti var í Fíggjarnevndini fyri uppskotinum. Roynt var at tillaga uppskotið og fáa semju um tað.

Men samgongan hevur nú forðað fyri semjuni. Tað gjørdist greitt, eftir at málið var á samgongufundi, sigur minnilutin í Fíggjarnevndini. Meirilutin heldur, at ein varskógvaraskipan er óneyðug.

Starvsfólk hava longu sum er bæði rætt og skyldu at boða frá, halda tey okkurt vera, sum ikki ruggar rætt á arbeiðsplássinum, sigur meirilutin í Fíggjarnevndini. Og tey hava nógvar møguleikar.

Rættindi eiga at vera tryggjað í lóg

Starvsfólk kunnu skriva til Løgtingsins umboðsmann ella Landsgrannskoðaran, venda sær til fakfelagið, fáa ein journalist at biðja um alment innlit ella tingfólk at seta fyrispurning í løgtinginum.

Tjóðveldi sigur, at almenn starvsfólk eiga, uttan at stúra fyri avleiðingum, at kunna boða frá møguligum óreglusemi ella lógarbrotum hjá tað almenna.

Rættindini hjá teimum, sum varskógva, eiga at vera tryggjað í lóg. Og tað er hendan lógin, sum Tjóðveldi vil hava landsstýrið at gera í samráði við kommunurnar. Men meirilutin í Fíggjarnevndini vil ikki hava enn eina almenna umsiting.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Morgunlestur leygardagur 1. februar 2025
186659
Fríggjadag 31. januar
Vikuskiftið 31 januar 2025
187158
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109