- Tíðindi, mentan og ítróttur
Borgarstjórin mist meirilutan
Býráðsmeirlutin í Fuglafjarðar býráð er umskipaður, eftir at Sonni á Horni, borgarstjóri, herfyri misti meirlutan í býráðnum, tí listi A og Magnus S. Midjord á lista D, sum er listin hjá borgarstjóranum, herfyri tóku seg úr samgonguni.
Í brævi til fyrisitingina 19. mars, hava listi A og B, saman við Magnusi S. Midjord, ið er valdur á lista D, boðað frá, at teir hava skipað meirluta, og tí ynsktu teir, at nevndirnar vórðu valdar av nýggjum.
Nýggi meirlutin í Fugljafjarðar býráð hevur formanssessirnar og næstformennirnar í nærum øllum býráðsnevndum eftir, at nevndirnar vórðu umskipaðar mikukvøldið.
Fleiri nevndir nýggjar formenn
Nýggjur formaður í teknisku nevnd er Dánjal Vang, á lista A, sum er vorðin formaður eftir Petur Abrahamsen ,á lista D. Listi A fór úr samgonguni herfyri.
Nýggjur næstformaður er Jann Toftegaard, listi A, sum hevur tikið sætið í býráðunum fyri Birgir Petersen, sum hevur biðið um farloyvi úr býráðnum í óásetta tíð, tí hann er til skips.
Magnus S. Midjord, á lista D, heldur fram sum formaður í Vinnunevndini. Magnus S.Midjord fór úr gomlu samgonguni, og er partur av nýggja meirlutanum, Sigurð S. Simonsen, á lista B, heldur fram sum næstformaður.
SÍ EISINI Opið stríð í Fuglafirði
Sigurð S. Simonsen, er nýggjur formaður í Sosialu nevnd, og Sigga Óladóttir Joensen, sum er í gomlu samgonguni á lista D, er farin frá. Dánjal Vang, á lista A, heldur fram sum næstformaður.
Nýggjur formaður í Mentamálanevndini er Eyðun á Lakjuni, á lista B, og næstformaður er Jann Toftegaard. Frammanundan var Árant Berjastein, á lista D, formaður.
Sonni á Horni, borgarstjóri, sum er valdur fyri lista D, heldur fram sum formaður í fíggjarnevndini, tí borgarstjórin er fastur limur og formaður í fíggjarnevndini.
Sonni á Horni heldur fram sum borgarstjóri, tí borgarstjórin er valdur fyri fýra ár. Magnus S. Midjord heldur fram sum varaborgarstjóri, tí varaborgarstjórin er eisini valdur fyri fýra ár.