Í dag verður Stine Bosse forkvinna í BankNordik

Í dag verður Stine Bosse forkvinna í BankNordik
Allir nevndarlimirnir í bankanum verða skiftir út á aðalfundinum seinnapartin
 
25.03.2015 - 09:10

Á aðalfundinum hjá BankNordik seinnapartin í dag verða allir nevndarlimirnir, sum partaeigararnir velja, skiftir út. 

Skotið er upp at velja Jógvan Jespersen, stjóra í Felagnum Nótaskipum, Rúna Poulsen, stjóra í Smyril Line, og  Súsonnu Poulsen, forstjóra í Hjelmeland Sparekasse í Noregi, í nevndina. 

Í uppskoti til forkvinnu er Stine Bosse, fyrrverandi forstjóri í Tryg Vestas.

Størstu partaeigararnir í bankanum, Fíggingargrunnurin frá 1992 og Henrik Lind Invest ApS, hava skotið upp at velja nýggj fólk í bankanevndina. 

Úr nevndini fara Klaus Rasmussen, formaður, Jens Erik Christensen, næstformaður, Niels Vestermark og Nils Sørensen.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. januar
Vikuskiftið 31 januar 2025
187158
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Fríggjadag 31. januar
Morgunlestur fríggjadagur 31.januar 2025
186660
Hósdag 30. januar
RagnarRokk 30.januar 2025
185774
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109