- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fýra vilja gera nýggja stovnin á Sandi
Fýra vilja gera nýggja stovnin á Sandi
Tvær milliónir og 700.000 kr. eru á muni millum hægsta boð og lægsta boð upp á arbeiðið at byggja virknis- og umlættingardepilin heima á Sandi
24.03.2015 - 08:50
Fýra tilboð komu upp á arbeiðið. Lægsta tilboð hevur Valbjørn Dalsgarð, slakar 10,3 mió. kr. Hægsta tilboðið, sum J&K Petersen eigur, er 12,3 milliónir krónur.
Nýggi stovnurin á Sandi er ætlaður børnum og ungum við serligum avbjóðingum úr øllum landinum. Men fýra pláss verða sett av til sandoyingar. Í deplinum, sum verður 480 fermetrar, verða átta kømur og felagshøli til 15 fólk.
Depilin skal sambært lógini um hann ikki kosta meira enn 12,4 milliónir krónur. Eftir ætlan skal virknis- og umlættingardepilin vera liðugur næsta ár.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV