Eystari Landsrættur minkaði bøturnar

Eystari Landsrættur minkaði bøturnar
Bøturnar hjá fýra skiparum, ið skuldu gjalda 150.000 krónur hvør, vórðu settar 50.000 krónur niður, nú Eystari Landsrættur hevur dømt í málinum
Fýra skiparar spardu 50.000 kr. hvør í bót, nú Eystari Landsrættur hevur dømt í málinum um makrelfiskiskap í einum stongdum kassa norðanfyri á sumri í 2011
 
19.03.2015 - 10:00

Fýra skiparar spardu 50.000 kr. hvør í bót, nú Eystari Landsrættur hevur dømt í málinum um makrelfiskiskap í einum stongdum kassa norðanfyri á sumri í 2011. Landsrætturin minkaði bótina úr 150.000 krónum niður í 100.000 kr., sum er vanliga bótin í slíkum førum.

Ákæruvaldið fekk ikki viðhald í pástandinum um, at skipini skuldu missa allan reiðskapin, tey høvdu umborð, tá tey blivu tikin. Føroya rættur segði, at hald skuldi leggjast á reiðskap og veiðu fyri tvær milliónir og 175.000 kr.

Men Landsrætturin legði 378.000 kr. afturat, tí øll skipini uttan Finnur Fríði, høvdu meira reiðskap og amboð, sum kundu brúkast til makrelfiskiskap, enn Føroya rættur segði.

Trolaðu saman í stongdum kassa

Munurin á virðinum á reiðskapinum, sum varð brúktur í stongda kassanum, og øllum reiðskapinum, skipini høvdu, er 2,4 mió. kr.

Flakatrolarin Vesturvón og uppsjóvarskipið Finnur Fríði trolaðu saman, og flakatrolarin Gadus og uppsjóvarskipið Næraberg trolaðu saman í stongda kassanum. Í Føroya rætti helt ákæruvaldið uppá, at kassin var stongdur fyri allari trolveiðu yvirhøvur.

Verjin hjá skiparunum segði, at forboðið bara var galdandi fyri botnfisk, ikki fyri uppsjóvarfisk. Men Føroya rættur gav ákæruvaldinum viðhald, og tað gjørdi Eystari Landsrættur eisini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. januar
Vikuskiftið 31 januar 2025
187158
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Fríggjadag 31. januar
Morgunlestur fríggjadagur 31.januar 2025
186660
Hósdag 30. januar
RagnarRokk 30.januar 2025
185774
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109