Breið semja um pensiónsnýskipanina kann gerast

Breið semja um pensiónsnýskipanina kann gerast
Ein breið semja um pensiónsnýskipanina kann gerast fyri valið, men ikki latast løgtinginum fyrr enn eftir valið
 
19.03.2015 - 16:10

Tað hevur leingi verið ivasamt, um pensjónsnýskipanin kemur í løgtingið fyri valið, tí semja fæst ikki millum andstøðu og samgongu um broytingarnar, sum eru neyðugar, tí fleiri og fleiri fólkapensjónistar vera í framtíðini og færri á arbeiðsmarknaðinum fyri hvønn pensjónistin.

Nú eru løgtingsfólk farin at tosa um ein annan møguleika. Hann er at gera eitt uppskot, sum breið semja fæst um, liðugt fyri valið, men ikki leggja tað fyri løgtingið fyrr enn eftir valið.

Vit fingu ikki orð Anniku Olsen fyrrapartin fyri at vita, um hetta er ein leistur, sum hon tekur undir við. Men í tinginum i gjár segði landsstýriskvinnan í almannamálum, at tað ber til at avgreiða pensjónsnýskipanina í hesum valskeiðnum, er vilji til tess.

Varnir at koma við uppskotum

Av tí at løgtingsval verður í ár, eru politikarar ikki so hugaðir at koma við uppskotum, sum veljarunum ikki dámar, fyri valið.

Sum ein løgtingsmaður sigur, so er eingin trupulleiki at fáa breiðar semjur um tær populeru avgerðirnar, men verri er við teimum ópopuleru avgerðunum, nú valið nærkast.

Annika Olsen, landsstýriskvinna, ætlaði at hava kalla pensjónsbólkin til fundar í hesari vikuni, men tann fundurin verður ikki.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Morgunlestur leygardagur 1. februar 2025
186659
Fríggjadag 31. januar
Vikuskiftið 31 januar 2025
187158
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109