- Tíðindi, mentan og ítróttur
Spyr løgmann hvussu líður við lógarbroytingunum
Nú 1. mai nærkast vil Páll á Reynatúgvu í Tjóðveldi hava at vita frá løgmanni, hvussu líður við lógarbroytingunum, sum skulu rudda slóð fyri einari tilbúgving í Føroyum móti teimum, sum koma higar at órógva grindadrápið.
Løgtingið samtykti 3. desember í fjør, at landsstýrið skjótast gjørligt og í seinasta lagi 1. mai í ár skal leggja fram uppskot um lógarbroytingar, so verulig tilbúgving og átøk kunnu fremjast, sum fyribyrgja, at umboð fyri felagsskapir og útgerð, sum skulu fremja ólógligt virksemi ella hótta lóglig rættindi í Føroyum, kunnu koma til landið ella fyrireika slíkt virksemi í Føroyum.
Uppskotið kom í tingið eftir umfatandi virksemið hjá Sea Shepherd í Føroyum í fjør summar. Áðrenn Sea Shepherd fólkini fóru av landinum, boðaðu tey frá, at Sea Shepherd sendir fólk til Føroya aftur nú í summar.
Tjóðveldi átti uppskotið til samtyktar. Og nú spyr Páll á Reynatúgvu, løgtingsmaður, løgmann, um landsstýrið ætlar at gera eftir áheitanini hjá løgtinginum, tí enn er einki frætt um tað.