Fleiri gistingar í ferðavinnuni

Fleiri gistingar í ferðavinnuni
Tey, sum selja gisting í Føroyum, seldu útlendingum 12 prosent fleiri nætur í fjør enn árið fyri
Gistingarhús í Føroyum seldu útlendingum 12 prosent fleiri nætur í fjør enn árið fyri, vísa nýggj hagtøl
 
18.03.2015 - 09:02

Talan var um 11.000 fleiri gistingar, skrivar Hagstovan á heimasíðu sínari. Okkurt um helvtin av útlendingunum, sum gista í Føroyum, eru danir, men teirra lutur minkar. Hann var góð 52 prosent í 2013 og 47 prosent í fjør.

Trý av fýra gista í gistingarhúsum, hini gista í bóli og bita, leiga sær hús ella íbúð, ella sova tey í tjaldi ella í húsvogni. Føroyingar keyptu sær ikki so nógvar gistingar í egnum landi í fjør sum árið fyri, seks prosent færri enn í 2013.

Tølini hjá Visit Faroe Islands og Hagstovuni siga eisini, at tveir triðingar av gistingunum eru í Suðurstreymi og gistingarhúsini høvdu 14 prosent fleiri sengur at selja í fjør enn í 2013.

Hóast gistingarnar vóru fleiri í fjør, komu færri útlendingar til Føroya enn í 2013. Hetta merkir, skrivar Hagstovan, at gestirnir steðgaðu longur ella longur á hvørjum staði.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947