Næraberg siglir inn

Næraberg siglir inn
Næraberg skal landa veiðuna í Kollafirði. Teir verða á Kollafirði hósdagin, tá eru júst 3 vikur, síðan teir loystu frá landi
 
17.03.2015 - 10:14

Svartkjaftatrolarin Næraberg, sum hevur verið á svartkjaftaveiðu, í altjóða sjógvi, vestur úr Írlandi á uml. 53N og 15V, er farin at sigla til Føroyar við 3.200 tonsum av heilfrystum svartkjafti. Tað skrivar jn.fo.

Av føroyskum skipum er nú bara Christian í Grótinum á leiðini vestur úr Írlandi - Tróndur í Gøtu hevur eisini verið har suðuri, teir komu á Fuglafjørð í gjár við 2.000 tonsum, sum teir landa til Havsbrún.

Tað hevur verið sera ólagaligt veður á hesum túrinum, men fiskiskapurin hevur verið í ordan, tá ið roynandi hevur verið, skrivar jn.fo.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947