Faroe Petroleum ætlar sær virðirsøking í ár

Faroe Petroleum ætlar sær virðirsøking í ár
Hóast oljuprísurin er lágur og marknaðurin trupul í løtuni ætlar Faroe Petroleum sær virðisøking í 2015
 
16.03.2015 - 09:18

Felagið boðar frá, at byrjað er at bora Shango leitibrunnin í norska partinum av Norðsjónum. Brunnurin er á 120 metra dýpi.

Faroe Petroleum eigur 20 prosent av loyvinum, Total er fyristøðufelag og eigur 40 prosent. 

Fleiri boringar
Graham Stewart, forstjóri í Faroe Petroleum, sigur seg fegnast um, at boriverkætlanin í 2015 er byrjað við tí týdningarmikla Shango brunninum. 

Í vár verður væntandi byrjað at bora tveir uppfylgingarbrunnar í stóra Pil fundinum, har eigur Faroe Petroleum fjórðingin. 

Brunnarnir verða boraðir á Blink og Boomerang leitimiðunum. Síðani verður Bister leitimiðið borað.

Truplar marknaðarumstøður
Hóast truplar marknaðarumstøður, hevur Faroe Petrolum sett sær sum mál at skapa virðisøking í 2015 við fýra brunnum.

Øll boringin er longu fíggjað við tøkum peningi og peningarensli frá framleiðslu, sigur Graham Stewart, forstjóri í Faroe Petroleum. 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947